Fordøma álopið á Libya

Fyri átta døgum síðani mælti Arabiska Samgongan ST til at heimila flúgviforboði í libyskum loftrúmi, men nú mótmælir felagsskapurin bumbu- og rakettálopunum á landið. -Tað, sum hendir í Libya nú, er ikki í samsvari við avgerðina at fullføra flúgviforboð í landsins loftrúmi, og sum hevði til endamáls at verja sivilfólkið, sigur egyptin Amr Mussa, sum er aðalskrivari í Arabisku Samgonguni.

Sambært tíðindastovunum eru tey arabisku londini boðsend til fundar at viðgera støðuna í Libya.

Trý arabisk lond, Marokko, Jordan og Qatar, hava sagt, at tey styðja álopið á Libya, og tað ljóðar í kvøld, at Qatar er til reiðar at senda flogfør at taka lut í álopinum.