Russland, Kina og USA fordømdu í dag tey, sum skipaðu fyri teimum báðum ógvusligu bumbuspreingingunum í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í morgun. Sambært sýrisku myndugleikunum kravdu tær báðar bumburnar 55 mannalív, og 372 fólk fingu skaða.
Russiski varauttanríkisráðharrin, Mikhail Bogdanov, hitti í dag sýriska sendiharran í Moskva. Aftan á fundin segði ráðharrin, at Russland fordømir harðliga yvirgangsatsóknir sum hana í Damaskus í morgun. Fyrr í dag heittu uttanríkisráðharrarnir í Russlandi og Kina, Sergej Lavrov og Yang Jiechi, á partarnar í Sýrialandi og bóðu teir gevast við harðskapinum.
Eisini USA fordømir yvirgangin í Damaskus. Amerikanska sendistovan í Sýrialandi skrivar á sínari heimasíðu, at USA fordømir hvassliga atsóknirnar í Damaskus í morgun










