Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 14. november vóru ein Ford Ka við 1,3 bensinmotori og 70 hk og ein Kia Magentis 2,0 CRDI Exclusive við 140 hk dieselmotori.
Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein Kia Magentis 2,0 CRDI Exclusive.
Magentis er ein stórur og rúmligur sedan við fýra hurðum, sum er sera væl útgjørdur.
So gott sum alt er standard, og bilurin hevur hópin av innbygdari trygdarútgerð.
Magentis er designaður eftir evropeiskum stíli og til evropearar við t.d. stórum setrum og góðum plássi í kabinuni, bæði framman og aftan. Viðførisrúmið er næstan 500 litrar, sum er rættuliga stórt. Magentis hevur eisini góðar og tryggar koyrieginleikar.
Bilurin sum varð royndarkoyrdur hevði 2,0 CRDI dieselmotor við 140 hk, commonrail innspræning og partikulfiltri. Magentis fæst eisini við tveimum ymiskum bensinmotorum: 2,0 (4 syl.) við 144 hk, og 2,7 (V6) við 188 hk.
Kia Magentis kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Magentis 2,0 CRDI kostar kr. 263.800.
Ford Ka
Seinni bilurin var Ford Ka, sum er ein lítil og lættur hatchback við trimum hurðum.
Hóast Ford Ka hevur 10 ár á baki, sær hann als ikki gamal út. Ka var ein av fyrstu Fordunum við sonevnda «New Edge» stílinum, sum hevur eyðkent Fordarnar seinastu árini. Viðførisrúmið á Ka er 186 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað 724 litrar.
Ford Ka fæst eisini í útgávuni 1,6 Sport 95 hk við sportligum koyrieginleikum.
Ford Ka, sum er ein tann bíligasti bilurin á marknaðinum, kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. Ford Ka 1,3 kostar kr. 99.900.
Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.
mg









