Ford Focus ST við 225 hk

Við Focus ST hava Ford nú góð kort á hondum til at kappast í GTI-klassanum. Motorurin er ein 2,5 litur og 5 syl við 225 hk, og alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og 18" hjólini

ST-útgávurnar hjá Ford eru vanliga bilar við stórum og kvikum motorurin og sportligum undirvognum. Bilar sum eru gjørdir til at koyra við nógvari ferð.  

Hesin Focus ST er einki undantak. Við 2.5 litur  motori og 5 syl. við 225 hk er talan um ein rættuligan sportbil. ST koyrir frá 0-100 upp á 6,8 sek. og toppferðin er 241 km/t, sum er nógv fyri ein bil í hesi støddini.

Focus eru kendir fyri sínar góðu koyrieginleikar, men Focus ST hevur strammari undirvogn og upp aftur betri vegfesti. Alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og 18" hjólini.
Nógv er gjørt burtur úr motorljóðinum, soleiðis  at motorurin ljóðar sum hann veruliga vil nakað. Kabinan er eisini sportliga innrættað við sportsetrum og trimum eyka instrumentum oman á instrumentborðinum, tey eru oljutrýstmátari, thermometur og turbotrýstið. Eisini hevur hann leðurgirknøtt og leðurratt.
Focus ST hevur nakrar av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bilinum. Bilurin fæst bæði við 3 og 5 hurðum.



(Faktaboks)

                                                           Ford Focus ST

Motorurin                                       2,5 litur  5 syl. 225 hk            

0-100  km/t                                       6,8 sek

Bensinnýtsla                                  0,8 km/l

Dekkstødd                                      225/40-18

Stødd og vekt:
Longd                                              436,0 cm
Breidd                                              184,0 cm
Hædd                                               145,0 cm
Eginvekt                                          1.250 kg
Viðførisrúm                                     385 litrar

Prísur                                               kr. 389.900

Søluumboð                                     P/F Wenzel
                                                          Akranesgøta
                                                          FO-100  Tórshavn
                                                          Tel. 354500
                                                          www.wenzel.fo