Ford Focus II kemur fyrst í komandi ári

Ford Focus II, sum kemur á marknaðin fyrst í komandi i ári, fær nógv at liva upp til. Forgangarin hevur verið ein succes, og tað sær hesin eisini út til at verða.
Focus II kemur í fyrstu atløgu við 3 og 5 hurðum og sum stationcar

Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár, verður núverandi Ford Focus avloystur av einum heilt nýggjum Focus fyrst í komandi ári. Focus hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu bilum yvirhøvur

Síðan Ford Focus fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, eru umleið 4 milliónir bilar framleiddir.

Focus II verður 17 cm longri og 15 cm breiðari enn forgangarin, og aksilfrástøðan verður størri.

Focus eru kendir fyri sínar góðu koyrieginleikar, og Focus II verður upp aftur betri at koyra enn forgangarin

Bensinmotorarnir verða hesir: 1,4 litur við 80 hk, 1,6 litur við 100 hk, 1,6 litur við 115 hk, og ein 2,0 litur við 145 hk. Dieselmotorarnir verða: 1,6 litur TDCi við 109 hk og ein 2,0 litur við 136 hk.

Focus II fær nakrar av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bilinum. Bilurin kemur í fyrstu atløgu við 3 og 5 hurðum og sum stationcar, sedan útgávan kemur seinni.

Bilurin kemur á marknaðin fyrst í komandi ári.





Myndatekstur:

1.
Focus II verður ein størri bilur enn forgangarin og fær nakrar av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa

2.
Aftan er Focus II designaður sum ein coupé. Baklúkan er stór og lessihæddin lág

3.
Instrumentborðið er í eyðkendum Ford stíli. Rattið "multijusterbart"