Ford kunnu í ár hátíðarhalda at 40 ár eru liðin síðan fyrsti Ford Fiesta koyrdi av samlibandinum í Valencia í Spania í 1976.
Ford Fiesta var frá byrjan av ein persónlig ætlan hjá Ford stjóranum Henry Ford II, sum legði stóran dent á at framleiða smáar bilar, og Ford Fiesta skuldi verða ein bilur til allan heimin. Henry Ford II var sjálvur við í øllum fyrireikingunum, tá nýggja bilverksmiðjan varð tikin í nýtslu í Valencia í Spania í mai 1976.
Fiesta var tann fyrsti Ford, ið hevði tvørliggjandi motor og varð drivin av forhjólunum. Í dag verður Fiesta framleiddur í Evropa, Brasilia, Argentina, Mexico, Kina, India, Taiwan, Tailandi og Suðurafrika.