Best umtókta bilmerki í oktobermánaði var Ford. Tað vísa í øllum førum hagtølini hjá Akstovuni.
28 Ford-bilar eru seldir í oktober, sum eitt vet meira enn Toyta, sum er á øðrum plássi við 26 og Volkswagen á triðja plássi við 25 bilum.
Her eru 10 tey mest seldu bilmerkini í oktober.
Bilmerki | Akf.tal |
FORD | 28 |
TOYOTA | 26 |
VOLKSWAGEN | 25 |
SUZUKI | 18 |
VOLVO | 15 |
RENAULT | 14 |
BRENDERUP | 10 |
VARIANT | 9 |
OPEL | 8 |
PEUGEOT | 8 |
Vert er at leggja til merkis, at viðfestisvognarnir Brenderup og Variant eru á listan framman fyri bilmerkini Opel og Peugeot.
Mest seldi biliur higartil í ár var aftur Volkswagen, tá tølini vórðu gjørd upp 1. november. Volkswagen var eisini á odda mánaðin frammanund, hóast Toyota tað hevði heiðurin sum mest seldi bilur í september.
10 tey mest seldu bilasløgini higartil í ár eru hesi:
Bilmerki | Akf.tal |
VOLKSWAGEN | 291 |
FORD | 266 |
TOYOTA | 266 |
RENAULT | 224 |
NISSAN | 220 |
SUZUKI | 125 |
VOLVO | 125 |
MITSUBISHI | 121 |
CITROEN | 105 |
MERCEDES-BENZ | 98 |












