Nú eru nógv ár liðin síðan Ford bilhandlararnir høvdu ein Capri í framsýningarhølunum. Teir fyrstu Capri høvdu 4 syl. motorar við ávikavist 1,3 litur, 1,6 litur og 2,0 litur, seinni komu V6 motorar við upp til 3,0 litur og 145 hk. Bilurin varð einans gjørdur sum coupé.
Nýggi Capri, sum eftir ætlan skal koma á marknaðin í 2005, verður gjørdur sum coupé og cabriolet. Í stødd verður bilurin millum Ford Focus og Mondeo. Motorarnir vera 4 syl. og V6. Eftir ætlan verður tað bildesignarin Pininfarina, sum kemur at hava ábygdina av designinum á Ford Capri.
Kelda: FDM / Motor