Ford 80 ár í Føroyum

Fríggjadagin 9. september eru liðin 80 ár síðan svágrarnir Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen í Havn vórðu góðkendir sum Ford umboðsmenn í Føroyum. Í hesum sambandi hevur P/F Wenzel opið hús fríggjadagin

Wenzel Petersen, ið stovnaði fyritøkuna sum seldi fyrsta bilin í Føroyum, var ein íðin og framskygdur maður. Hann varð føddur tann 2. november í Havn.

Í 1917 stovnar Wenzel ein maskinhandil í Havn, sum m.a. fekst við at installerað DAN-gløðihøvdmotorar í fiskiskip og bátar. Í 1919 keypir hann Quillingsgarð í Havn, saman við eigaranum av Sápuhúsinum. Quilligsgarður var tá ein stórur bygningur, har hann innrættaði sær smiðju og maskinverkstað.

Árið eftir, í 1920, kom svágurin, danin Vilhelm Nielsen, at arbeiða saman við Wenzel. Tað eydnaðist teimum at skapa søgu her á landi, við tað at teir í 1922 skipaðu fyri at fyrsti bilurin kom til Føroya, tann 6. mai. Tað var ein 1-tons Ford TT lastbilur, sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen keyptu.

Wenzel og Vilhelm seldu Ford bilar at byrja við, og 9. september 1925 vórðu teir góðkendir sum Ford umboð í Føroyum. Seinni fingu teir eisini umboð fyri Gereral Motors, har ímillum aðrar Chevrolet bilarnir høvdu teirra áhuga.

Ford kundi ikki góðtaka, at teir seldu hesi bilsløgini saman, og førdi tað við sær, at teir samdust um, at Vilhelm Nielsen fekk General Motors umboðið. Síðst í 20-árunum flutti Vilhelm út í smiðjuna hjá Sigmund Arge, úti í Grind, yvirav smiðjuni í Lítluvík. Hann var har til nýggi bygningurin í Jónas Broncksgøtu var liðugur í 1935.

Í 1952 keypir Wenzel Petersen ein bygning úti í Bakka, og í 1957 flutti bilasølan og bilverkstaðurin úr Quillingsgarði og inn har. Um hesa tíðina arbeiddu um 40 fólk í fyritøkuni.

Wenzel Petersen var ein íðin og framskygdur maður, var býráðslimur í nógv ár, bæði áðrenn og eftir kríggið. Hann var í teknisku nevnd og havnarnevndini, og í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag.
Wenzel Petersen andaðist 21. oktober í 1954, 67 ára gamal.


Fyritøkan flytur

Í 1970 fluttu bilasølan og bilverkstaðurin í nýggjan bygning við Oyggjarvegin. 20 ár seinni, í 1990, flutti mekaniski verkstaðurin eisini í ein annan nýggjan bygning við Oyggjarvegin. Har sum Maskinskúlin er í dag. Húsini úti í Bakka keypti kommunan í 1986.

Fyritøkan kláraði seg ígjøgnum góðar og ringar tíðir, sølan av bilum gekk gott og okkurt árið í áttatiárunum vóru seldir yvir 400 bilar, og eini 70 fólk vóru í arbeiði. Men búskaparkreppan fyrst í 90-unum hevði eina so ógvusliga afturgongd við sær, at fyritøkan P/F Wenzel Petersen, hóraði ikki undan og alt virksemi í báðum bygningunum helt uppat. Tað var tó skjótt, at fyrrverandi starvsfólkini byrjaðu av nýggjum, og fyritøkan P/F Wenzel varð stovnað.

Í dag starvast 27 fólk í fýra ymiskum deildum hjá P/F Wenzel: Plátu- og lakkeringsverkstaðurin, mekaniski verkstaðurin, eykalutagoymslan og bilasølan. 1. juni í ár kundi eitt av starvsfólkunum, Hans Mortensen, halda sín 50 ára starvsdag hjá P/F Wenzel. Stjórar hjá P/F Wenzel eru tveir abbasynir hjá Wenzel Petersen, Petur S. Petersen og Óla-Svenn Nolsøe.

Í sambandi við 80 ára jubileumsdagin verður opið hús hjá P/F Wenzel, har tey bjóða kaffi og køkur og okkurt gott til børnini. Eisini eru fleiri góð tilboð frá teimum ymisku deildunum hesa og komandi vikuna.