Ford hava nú framleitt bilar í Týskalandi í 75 ár. Tað var tann 2. oktober 1930 at Henry Ford legði grundarsteinin til Ford-verksmiðjuna í Köln í Týsklandi saman við táverandi yvirborgmeistarnum í býnum Konrad Adenauer. Adenauer bleiv seinni ein kendur týskur kanslari, ið t.d. stóð fyri endurreisingini av landinum eftir seinna heimsbardaga.
Ford-verksmiðjan í Köln er nógv útbygd síðan tá, har yvir 34 milliónir bilar eru framleiddir. Í dag verða 1.850 bilar framleiddir um dagin, og 1.900 fólk starvast á verksmiðjuni. Týsku Fordarnir sum vit kenna best hava verið t.d Taunus, Granada, Sierra og Escort
Ford Motor Company var stovnað í USA 16. juni 1903 av Henry F. Ford (1863-1947), og fyrstu bilarnir vóru Ford A. Best kendi Fordurin man verða Ford T, sum var framleiddur frá 1908 - 1927 í yvir 15 milliónum eindum.
Tað var skjótt at framleiðslan av Ford-bilunum vaks so nógv at bilverksmiðjur
vórðu settar á stovn handan hav í fleiri ymiskum londum. Tann fyrsta kom í Manchester í 1911. Teir ensku Fordarnir eru t.d. Zephyr, Zodiac Anglia og Cortina.
Henry Ford var ein sermerktur persónur, ið læt eina risastóra fyritøku eftir seg, og fekk av álvara gongd á bilaframleiðsluna í Amerika og restini av heiminum.
Amerikanska høvuðssæti er í Dearborn við Detroit. Fyritøkan er privat, og ovasta leiðslan hevur alla tíðina verið í Ford familjuni.










