Fox Television Studies hevur keypt rættindini til at gera Forbrydelsen til amerikanska sjónvarpsrøð. Sambært heimasíðuni hjá DR, so hevur Fox Television Studies arbeitt við røðini í hálvtannað ár, og hava teir eisini fingið avtalu í lag við sjónvarpsrásini AMC, sum fer at standa fyri upptøkunum.
Á dr.dk stendur, at í fyrstu atløgu er talan um sokallaðar pilotpartar av sjónvarpsrøðini, sum skulu roynast roynast. Vísir tað seg, at hesir partarnir rigga, verður farið undir at gera 26 partar til amerikanarar, sum verða bygdir upp á teir fyrstu 20 partarnar av tí donsku røðini.
Í USA er tað nevniliga so, at tað eisini skal vera pláss fyri lýsingum í røðini og tískil verður hon longd við seks pørtum.
Um amerikanska útgávan av Sarah Lund fer at ganga í Guðrun & Guðrun troyggju eins og tann danska, sigur søgan tó einki um.










