Tað skal ikki longur verða loyvt foreldrum at sláa børn síni.
Hetta heldur Javnaðarflokkurin, og tí hevur Katrin Dahl Jakobsen vegna flokkin lagt fram á tingborð uppskot til ríkislógartilæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at galdandi lóggáva í Føroyum heimilar í ávísan mun likamliga revsing móti egnum børnum.
Í Karnov Lovsamling frá 1995 bls. 3438 verður í viðmerking til revsilógarinnar grein 244 um revsing fyri vanligan harðskap sagt, at »det fortsat må antages at ville være former for legemlig afstraffelse af børn som led i opdragelsen, der ikke er strafbara eftir § 243«.
? Danir hava sett forboð móti likamligari revsing av børnum eins og Norðurlandaráðið mælti til í 1982. Í Svøríki settu tey úr gildi rætting til likamliga revsing av egnum børnum í 1979, í finnlandi í 1983 og í Noreg í 1987, sigur Katrin Dahl Jakobsen og mælir til, at hetta forboð eisini verður sett í gildi í Føroyum.
Hon sigur, at Javnaðarflokkurin heldur tað eisini verða rætt, at samfelagið við slíkari lógarbroyting ger greitt, at likamlig revsing av børnum verður ikki góðtikin.
? Umframt at boða frá eini almennari støðu til málið við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini, hevði hetta styrkt um støðuna hjá starvsbólkum, sum hava við børn og foreldur at gera. Her verður hugsað um heilsusystrar, lærarar, pedagogar, sosialráðgevarar, læknar, løgreglu og onnur, sum við einum klárum rættargrundarlagi kundu sagt bæði børnum og vaksnum, at ikki er loyvt at sláa børn. Tí hvussu skal t.d. ein lærari greiða einum barni frá, at tað ikki má sláa og vera harðligt, um so er, at hetta er vanliga talumálið í heiminum? spyr løgtingskvinnan.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at Javnaðarflokkurin heldur tað vera uppá hægstu tíð, at eisini vit taka við teirri menning, sum hóast alt er farin fram, og vísa, at eitt rættarsamfelag serstakliga verjir tey veikastu. Í hesum føri at javnseta børn við onnur, tá tað ræður um likamliga revsing.