Ráðstevnan er ein liður í viðgerðini av einum limauppskoti, sum greiðir frá stórari óttan í sambandi við sera skjótu menningina á lívtøkniliga/lívtekniska økinum og vantandi politiskari stýring á økinum. Serligur ótti er knýttur at tørvinum á samskipaðari lívrættarligari lóggeving. Millum annað verða framtíðar norðurlendskar strategiir og norðurlendskt samstarv til umrøðu á ráðstevnuni.
Úr Føroyum luttaka tingmenninir Jógvan við Keldu (Fólkafl.) og Dan R. Petersen (Javnaðarfl.), sum báðir eru limir í Norðurnevndini í Norðurlandaráðnum.










