Øskurokið úr Eyjafjallajøkli, sum í dag hevur lagt flogferðslu í Føroyum, Noregi, Bretlandi, Danmark og øðrum pørtum av Evropa lamna, kann standa við í minst eina viku fram. Tað metir flogferðsluveðurfrøðingurin Thomas Mørk Madsen frá veðurstovuni DMI, sum í dag tosar við Jyllands Posten.
- Higartil síggja vit, at skýggið úr eldgosinum, sum er fylt við øsku, verður liggjandi teir næstu dagarnar, tí at luftin streymar beint úr Íslandi og niður yvir Norðurevropa. Í øllum førum til og við sunnunáttina fer øskuskýggið at liggja yvir okkum. Men tað sær eisini út til, at luftin í ta næstu vikuna fer at streyma úr Íslandi til Danmarkar, og á henda hátt kann føra hesar partiklarnar niður til okkum, greiðir Thomas Mørk Madsen frá.
Thomas Mørk Madsen tosar her um donsk viðurskifti, men Føroyar liggja mitt undir hesari slóðini, og tí er lítið sannlíkt at nøkur flogferð verður úr Føroyum aftur fyrstu komandi dagarnar.