Í heyst fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at brúka solarium.
- Eg haldi, at tað er rætt at gera tað og eg fari at vita um tað ikki er politisk undirtøka fyri at seta tað í verk, sigur hann.
Orsøkin til tað er, at sól og solarium er ein stór atvoldin til húðkrabba og móðurmerkjakrabba og av hesi orsøk hava fleiri lond sett ungum forboð fyri at brúka solarium og uppaftur onnur lond arbeiða við málinum.
Seinastu árini er talið á teimum, sum hava fingið krabbamein í húðini, eisini nógv hækkað í Føroyum og tað fekk Krabbameinsfelagið at mæla til, at tað skal verða bannað fyri ung undir 18 ár, at brúka solarium.
Tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini og WHO hevur flokkað solarium í sama vandabólk sum tubbakk.
Hetta er eitt mál, sum hevur verið umrøtt í Føroyum fleiri ferðir, uttan at tað kortini er sett í verk.
Men tað merkir ikki, at landsstýrismaðurin hevur slept ætlanini, sum eisini er eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini frá 2009.
Karsten Hansen sigur, at tað er bara væntandi arbeiðsorka í Heilsumálaráðnum, sum hevur elvt til, at málið ikki er lagt fyri Løgtingið enn.
Men hann ætlar sær framvegis at seta forboðið í verk málið hjá honum er at leggja tað fram eftir ólavsøku.
Tó skal leggjast afturat, at síðani prátið um vandan fyri krabbameini í stóðst av solarium, tók seg upp, vísir ein kanning hjá Krabbameinsfelagnum, at nýtslan í Føroyum er minkað.