Fór yvir í vinstru síðu – og torpederaði ein annan bil

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi

 

 

 

 

Fór yvir í vinstru síðu – og krassjaði

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi

 

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Vágum. Óhappið var á høvuðsvegin, stutt frá omankoyringini til flogvøllin.

 

Ein biður, sum kom koyrandi eystureftir, kom á órannsakiligum orsøkum yvir í vinstru síðu og rendi á ein bil, sum stóð parkeraður í vegøkslini. Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu so stóran skaða, at teir eru at meta sum vrak og tískil vórðu pláturnar tiknr av teimum. Bilførarin var einsamallur í bilinum, sum rendi á og tvey fólk sótu í bilinum, sum varð árendur, men eingin av teimum fekk nevniverdar løstir av brestinum.

 

Løgreglan fer nú at avhoyra bilføraran í bilinum, sum rendi á fyri at vita um hann hevur eina forkláring upp á, hví hann endaði í vinstru síðu og rendi á.