Fór út av vegnum og bóltaði runt í Miðvági

Enn veit løgreglan ikki, hví eldur kom í gravmaskinuna, sum stóð og brendi í busslummanum norðan fyri Kollafjarðartunnilin herfyri.

Í gjár fór ein bilur út av vegnum í Miðvági og bóltaði runt.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her vísti seg ikki at vera nakar persónsskaði. 

 

Persónurin, sum var í bilinum, varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Herfyri kom eldur í eina gravkúgv, sum stóð og brendi í busslummanum norðan fyri Kollafjarðartunnilin.

 

- Kanningarnar eru ikki lidnar, og tí kann enn ikki sigast, hví eldur kom í maskinuna, sigur løgreglan.

 

##med2##