Fór til Sumbiar at ferðast – og bleiv verandi

Í dag fyllir Kala 106 ár, og sostatt er hon elsta kvinna í Føroyum nakrantíð

Í dag er hátíðardagur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri. Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala, úr Sumba, fyllir 106 ár í dag, og so gomul hevur eingin kvinna í Føroyum verið áður.

 

Upprunaliga er Kala ikki úr Sumba, men av Glyvrum. Tá ið hon var sjey ár, fór hon til Sumbiar at ferðast hjá ommuna sína, Elspu, sum var bóndakona í Kálgarði í Sumba.

 

Har treivst hon væl, og tey vóru góð við hana, so tey vildu fegin hava hana suðuraftur. Og tá ið Kala so var níggju ár, flytti hon suður til Sumbiar at búgva.

 

Tey í Kálgarði høvdu telefonstøð, tí tá á døgum var tað sjáldsamt, at fólk høvdu telefon, so tað var mangan, at Kala varð send bygdina runt við telefonboðum. Skyldfólk hjá henni siga eisini, at tað hendi seg ikki so sjáldan, at fólk høvdu Kalu at tosa fyri seg, ikki minst tá ið ringjast skuldi eftir lækna og tað skuldi tosast danskt.

 

Í Suðuroy var nógv virksemið um tað mundi, og Kala flutti ongantíð norður aftur, men varð verandi. Í 1941 giftust hon við Johannusi og tey fingu seks døtur. Men sum so mong onnur tá í tíðini, vóru tey fyri teirri vanlagnu at missa tvær døtur ímeðan tær vóru lítlar, onnur doyði av meningitis og hin av bruna í blindgørnini.

 

Hinar fýra døturnar eru Gretha, sum býr í Vági, Mathea, sum býr í Danmark, Magna, sum býr í Vági og Jonna, sum býr í Trongisvági. Kala hevði stórt hús, so hon var heimagangandi alt lívið, men tá ið hon var 60, fór hon at arbeiða sum heimahjálp og tað arbeiðið passaði hon til hon var 70.

 

Kala var heima til í 2007, tá ið hon flutti á Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, har hon enn býr. Føðingardagin í dag hava tað ikki verið so fá, sum eru stokkin inn á gólvið at heilsa upp á, og at fáa ein kaffimunn, men sjálv er hon seingjarliggjandi.

 

Kala eigur níggju ommubørn, tólv langommubørn og fimm oldurommubørn.