Skála spældi ein tann besta fótbóltin vit hava sæð, tá teir vóru uppi í bestu deildini fyri nøkrum árum síðani.
Síðani hava teir verið heilt har úti, sum krákurnar venda, og eru nú aftur í bestu deildini. Sermerkt fyri Skála er, at teir ikki hava keypt spælarar ella venjarar í eini roynd at flyta upp. Heldur hevur Skála skapt eitt sunt lokalt felag, har drívmegin ongantíð er pengar.
Venjari er bara 24 ára gamli skálamaðurin Eliesar Olsen. Hann hevur staðið á odda fyri liðnum síðani 2010. Hann er ímyndin av hvat nýggja Skála liðið er. Eitt ungt lið, har spæligleðin og kærleikin fyri felagnum er einasta drívmegin.
Í 2010 flytir Skála upp úr 2.deild. Í 2011 endar Skála á fjórða plássi í 1.deild, men er heili 21 stig frá uppflytingini. Í fjør koma so 14 fleiri stig á konto’ina og tað røkkur til eitt triðja pláss. Í ár eru komin 48 stig á konto’ina. Tað eru færri enn í fjør, men nokk til at flyta upp í bestu deildina. Spurningurin er, um Skála hevur nakran áhuga í at flyta upp?
Svarið tú fær av Skála, er sjálvandi. Har eru tey ikki í iva um, at tey eins væl og onnur feløg í Føroyum kunnu spæla í bestu deildini. Men hvat hendir við felagnum Skála, sum seinastu fýra árini bara hevur havt lokalar spælarar. Velja teir at halda fram við tí, ella skal hetta nærmast romantiska liðið nú upploysast, tí Skála spæla spæla í bestu deildini?
1. deild for vánalig
1. deild hjá monnum er eftirhondini bara blivin ein menningardeild hjá stóru feløgunum, meðan fá lið eru eftir, ið kappast um uppflyting. Millum annað samanleggingin av GÍ og LÍF til Víking, hevur gjørt, at nú er eitt lið færri, sum kappast at koma upp í besti deildina. Teir næstbestu hjá Víkingi stríðast ikki fyri uppflyting, og tað ávirkar eisini áhugan fyri 1.deild.
Vit hava brúk fyri, at onnur feløg koma í 1.deild, so talan verður um fyrsta lið, ið stríðast um uppflyting í 1.deild.
Ein avleiðing er, at Skála nú flytir upp í bestu deildina. Tað tykist óhugsandi, at Skála við áleið somu manning klárar at gera nakað um seg í besti deildini, og tí er ilt at ímynda sær nakað romantiskt ævintýr á Skála komandi ár.
Skála er í menning og hevur helst gjørt tað einasta rætta við at satsa lokalt, men spurningurin er um ikki menningin hjá Skála í vernadi løtu skuldi verið til eitt 4-5 pláss í 1.deild, heldur enn til uppflyting, Vandin er, at lopið verður ov stórt.
Lopið millum 1.deild og Effo-deildina tykist veksa fyri hvørt 1.deildarlið, sum er undirveitari fyri Effo-deildina.
Skála – hjartaliga til lukku við uppflytingini og vónandi er felagið gear’að til Effo-deildina, og søgan frá seinast ikki endurtekur seg!










