Forðingar beinast av vegnum fyri at fáa skeinkiloyvi í Føroyum

Nú skal tað eisini verða lættari hjá útlendingum at koma upp í part í feløgum í Føroyum sum hava skeinkiloyvi

Rúsdrekkalógin

Nú skal tað verða lættari hjá útlendingum at koma upp í part í feløgum í Føroyum, sum hava skeinkiloyvi.
Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Eftir uppskotinum, sum hann nú roynr at fáa politiska undirtøku fyri um at broyta rúsdrekkalógina, og sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðuni, er ætlanin at kravið um danskan heimarætt fyri at fáa skeinkiloyvi, skal fella burtur.
Grundgevingin er, at burtursæð frá norðurlendingum, skulu útlendingar hava arbeiðsloyvi fyri at kunna hava hotel ella matstovu í Føroyum.
Eftir galdandi lóg, skulu allir nevndarlimir í feløgum, sum hava, ella søkja um skeinkiloyvi í Føroyum, búgva í Føroyum.
Sostatt kann ein, sum býr uttanlands, ikki sita í nevnd í felagi, sum eigur gistingarhús ella matstovu við skeinkiloyvi.
Bjarni Djurholm heldur, at hetta er órímiligt og kann forða fyri, at útlendingur keypur ein part av partapengunum, ella allan sum hann er, í einum felagi, sum hevur skeinkiloyvi í Føroyum.
Ístaðin skjytur hann upp, at hertir er tað nóg mikið um stjórnin og helvtin av nevndini í slíkum feløgum búgva í Føroyum. Tó skal loyvisnevndin kunna gera undantak í serligum førum.

Kommunustýri og loyvisnevnd
Hereftir skal tað eisini verða kommunustýrini og loyvisnevndin, sum hava ábyrgdina av, hvussu nógv skeinkiloyvi kunnu gevast í hvørjari kommunu.
Í løtuni er tað landsstýrismaðurin, sum ásetur talið á skeinkiloyvum eftir tingingar við loyvisnevndina og bý- ella bygdaráðið.
Upprunaliga vórði Føroyar býttar sundur í sjey øki, men nú er hvør kommuna eitt serstakt loyvisøki.
Í løtuni er mannagongdin tann, at vil eitt bý- ella bygdaráð, at fleiri skeinkiloyvi skulu vera í kommununi, søkir tað til landsstýrismannin um at hækka talið.
Síðani verður málið sent loyvisnevndini, sum so letur landsstýrismanninum eitt ummæli og hann ásetur so talið.
Bjarni Djurholm heldur, at tíðin er farin frá hesi mannagongd og at hetta er harafturat óneyðuga stirvið.
Tí skjýtur hann upp, at hereftir skal loyvisnevndin hava eitt ummæli frá kommununi og at tað verður kommunurnar og loyvisnevndin í felag, sum gera av, hvussu nógv skeinkiloyvi kunnu vera í einari kommunu.