Videolagið ?Love Sex Magic? hjá Ciara og Justin Timberlake er bannað í Turkalandi, tí tað verður hildið at vera ov frekt. Samstundis liggur lagið nummar 1 á hittlistunum Trupulleikin er eftir øllum at døma, at Ciara er sera lættklødd, umframt at hon sleikir Timberlake um annað oyrað, meðan tey dansa tætt.
Hetta var ovboðið fyri eftirlitið í Turkalandi, sum hevur bannað øllum landsins sjónvarpsrásum at vísa lagið.
Sambært blaðnum Milliyet er grundgevingin henda: Í videolagnum eru eggjandi klæðir, dansur og pallmyndir, sum ganga beint ímóti sunnu menningini hjá børnum og ungum og moralinum sum heild.
Love Sex Magic er av fløguni Fantasy Ride hjá Ciara, sum kom út í mai.
Og so ironiskt, sum tað kann verða, so liggur lagið ovast á turkiska hittlistanum.
Leinkjan til videolagið á youtube er her:










