Kelidjór
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Tað hava verið nøkur kelidjór, sum eru komin til Føroya og eru send avstað aftur. Men nú er tað soleiðis, at Tollvaldið kannar øll pappírini, og um alt ikki er í lagi, so verður Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðsend at taka sær av tí. Síðan verður avgerð tikin, hvat verður gjørt við tey, sigur Ingibjørg Egholm frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Sum regul senda fólk umsókn, og nøkur fáa játtandi svar og onnur noktandi svar. Tey djórini, sum ikki sleppa til Føroya, eru tey, sum ikki hóska til føroysku náttúruna. Hesi kunnu gera skaða í føroysku náttúruni, til dømis slangur, sum kunnu hava smittu við sær.
- Djór sum minkar og vaskibjarnir sleppa ikki inn, tí um tey sleppa leys í føroysku náttúruni, so kunnu tey gera skaða. Hetta er so ein meting, vit gera, tá talan um serlig djór, sigur Ingibjørg Egholm.
- Teir flestu fyrispurningarnir snúgva seg um hundar. Og tað eru nakrir hundar, sum ikki eru loyvdir í Føroyum. Til dømis hava vit fingið fyrispurningar um bull-terrier hundar, men tey hundasløgini eru ikki loyvd. Hesir hundar eru gamlir kamphundar, og eftir kunngerðini er ikki loyvt at innflyta kamphundar, tí hesir kunnu vísa aggressivan atburð, sigur Ingibjørg Egholm frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.