Fór á skeivan bústað – og endaði við at sova í brummuni

Ein maður helt seg vera komnan til hús, tá húsfólkið vildi hava hann á dyr

Ein rættiliga drukkin maður gjørdist óður, tá hann helt seg vera komnan til hús í gjárkvøldið. Trupulleikin var bara, at húsfólkið kendist ikki við mannin, og tá tey ikki fingu hann á dyr, ringdu tey eftir løgregluni.

Men tað dámdi ikki manninum, at løgreglan skuldi siga honum, at hann ikki búði í húsunum, og tí var hann tikin við á støðina at sova rúsin út í brummuni.

– Vit bíða til so frægt av skili er á honum, at vit kunnu sleppa honum út, sigur vaktleiðarin.

Av øðrum uppgávum úr døgnrapportini sigur vaktleiðarin, at í gjárkvøldið tók løgreglan ein persón fyri rúsdrekkakoyring. Tey hjálptu eisini einum dementum persóni til hús og onkrum, sum var so drukkin, at hann ikki fann heimaftur.