Football Leaks: Martial kann blíva dýrur

Manchester United skal sannlíkt í lumman eftir fleiri milliónum fyri Anthony Martial

Manchester United skal møguliga gjalda yvir 150 milliónir krónur meiri fyri Anthony Martial, Cristiano Ronaldo kostar næstan 10 milliónir krónur at leiga í ein hálvan dag, Rafael Benitez forvann yvir 100 milliónir krónur tað árið, tá hann bleiv koyrdur í Real Madrid, skiftið hjá Paul Pogba skal kannast og Gareth Bale var av røttum heimsins dýrasti.

 

Les eisini: Ronaldo fekk 100 milliónir fyri hálvan dag

 

Tað eru nakar av avdúkingunum í nýggju bókini, Football Leaks: The Dirty Business of Football. Rithøvundar eru Rafael Buschmann og Michael Wulzinger, sum arbeiða hjá týska blaðnum Der Spiegel. Football Leaks er líkt Wiki Leaks, sum vit kenna Julian Assange frá, men bara í fótbóltsheiminum, har spælarar javnan verða seldir fyri fleiri hundrað milliónir krónur.

 

Í samband við at bókin kemur út, so hava eitt nú bretskir miðlar fingið atgongd til onkrar av avdúkingunum.

 

Martial kann blíva enn dýrari

Undan farna kappingarárið keypti Manchester United Anthony Martial frá Monaco. Prísurin var um 420 milliónir krónur. Nú avdúkar Football Leaks, at Manchester United skal longur niður í lumman, so hvørt sum franski áleyparin skorar fyri Manchester United og spælir á franska landsliðnum.

 

Football Leaks avdúkar, at Manchester United mátti í lumman eftir 85 milliónum krónum, tá hann herfyri skoraði sítt mál nummar 25 fyri Manchester United. Somu upphædd skal Manchester United gjalda, um hann spælir 25 landsdystir fyri Frakland - hann hevur spælt 15 - og um hann í framtíðini verður í uppskotið til FIFA Player of the Year.

 

Gongur alt tað út, so er prísurin farin frá áleið 420 milliónum krónum til 670 milliónum krónum.