Foodsharing: Býta ókeypis mat út til øll ið møta upp

Visiónin hjá felagsskapinum "Foodsharing Copenhagen" er at minka um matoyðsl, umframt at fáa menniskju at savnast um mat og samstundis virðismeta matin

Uttan fyri dyrnar til veitsluhølið í Beboerhuset, mentanarhúsið í Christianshavn, stendur heilt fitt av fólki í kø. Inni úr Beboerhuset hoyrist techno-tónleikur og málageipan, og fólkini, sum øll hava hvør sín posa í hondini, tykjast spent at sleppa inn. 

Tað ljóðar kanska ov gott til at vera sannheit, men her verða ókeypis matvørur býttar út til øll, ið eru komin framvið.

Tað er felagsskapurin “Foodsharing Copenhagen”, sum skipar fyri. Fleiri enn 600 sjálvboðin eru knýtt at felagsskapinum, og í minsta lagi tvær ferðir um vikuna býta tey mat út ókeypis ymsastaðni í Keypmannahavn.

Síðan 2016 hava tey sjálvbodnu úr Foodsharing gjørt eitt megnar arbeiði fyri at minka um matoyðsl, og tey hava bjargað yvir 200 tonsum av mati frá at fara til spillis.

Tey savna eina rúgvu av matvørum saman frá heilsølum við hjálp frá samstarvsfeløgum. Hetta veri seg matvørur sum frukt, grønmeti og breyð - alt sovorðið, sum er ov gott at fara vekk.

##med2##

Í Beboerhúsinum í kvøld eru epli, gularrøtur, piparfrukt, croissantar og fransbreyð í stórum nøgdum, sum tey energisku og festligu sjálvbodnu bjóða út við einum smíli aftur við techo-rútnumunum í bakgrundini.

Borð eru stillað upp í ein hestaskógv, soleiðis at vit, ið eru komin inn at fregnast, kunnu ganga frá borðið til borðs og fylla í posarnar og taskurnar. Grønu kassarnir við matvørunum í tømast skjótt, og tey sjálvbodnu heita á okkum øll, um ikki at smæðast og taka tað, okkum tørvar. 

##med3##

“Sharing is caring”. Tað er slagorðið hjá teimum í Foodsharing Copenhagen, og tað er júst hendan boðskapin tey eisini ynskja at breiða út millum allar borgarar í býnum.

Tey ynskja ein heim, har matur verður meira virðismettur, og tað verður meira natúrligt at deila mat – bæði lokalt og globalt. 

##med4##