Limirnir í amerikanska bólkinum Foo Fighters eru ikki glaðir fyri, at forsetavalsumboðið John McCain hevur valt at brúka teirra lag ?My Hero? í valstríðnum uttan loyvi. Í einum tíðindaskrivi ger bólkurin greitt, at republikanarin John McCain avgjørt ikki er teirra ?hetja?, og at hann ikki vísir teimum virðing, tá hann ikki spyr teir um loyvi til at nýta teirra tónleik.
Bólkurin vónar nú, at John McCain og hansara fólk steðga ólógligu nýtsluna av teirra tónleiki, og at republikanarar sum heild byrja at spyrja um loyvi, áðrenn teir nýta verk hjá tónleikarum í teirra átøkum.










