Ferðaskrivstovan, sum er millum størstu og best kendu ferðaskrivstovur í landinum og hevur avgreiðslur í Klaksvík, í Runavík og í Tórshavn, hevur tænt so mongum viðskiftafólkum bæði her á landi og viðskiftafólkum, sum eru komin uttanlendis frá.??Leivur Fonn hevur nú tikið avgerð um at keypa fyritøkuna aftur, eftir at hon hevur verið á øðrum hondum í umleið trý ár, og tá ið hon nú aftur var til sølu.??Orsøkin til, at fyritøkan varð seld í 2008 var, at tað tíðum komu fyrispurningar frá áhugaðum, sum kundu hugsað sær at keypa fyritøkuna, um hon var til sølu. Av tí, at tilboð var nøktandi, varð avgjørt at selja.??Nú var Fonnflog aftur til sølu, har samráðingar vórðu tiknar upp millum verandi eigara og Leivur Fonn, varð avgjørt at keypa hana aftur.??Handilin varð endaliga avgreiddur mikudagin 15. juni 2011.