Fonn Flog í nýggjum hølum

Fríggjadagin var móttøka í nýggju hølunum hjá Fonn Flog í Klaksvík. Ferðaskrivastovan heldur nú til í hjartanum í miðbýnum

- Fyrr ella seinni verður tú noyddur at gera upp við teg sjálvan, um tú bara ætlar at halda fram í tí smáa, ella um tú ætlar at fylgja tíðini og nýggju krøvunum hon setur, sigur Leivur Fonn, nú ferðaskrivstovan er flutt í størri høli í miðbýnum í Klaksvík. Leivur leggur afturat, at tey altíð hava gingið upp í fyritøkuna av fullum hjarta, og við økta virkseminum var tað tí náturlig eisini at víðka um hølini.

Rætta løtan
Hesi 12 árini, síðani Leivur og Ásla Fonn fóru undir at reka ferðaskrivstovu, hava tey hildið til í rættiliga trongligu hølunum í Nólsoyar Pálsgøtu 28. Hølini høvdu sínar fyrimunir, har var hugnaligt, og so lá skrivstovan beint við ferjuleguna. Men Leivur dylur ikki yvir, at tankin um, at um tvey ár kemur ongin ferðsla frá Dúgvuni longur, eisini var ein av orsøkunum til at tey fluttu nærri miðbýnum.
- Men tað var avgjørt ikki einasta orsøkin. Vit hava leingi verið greið yvir, at gomlu hølini vóru ov tronglig, so tað hevur bara verið ein spurningur um tíð og røttu løtuna. Og tann løtan kom nú, hølini í Biskupsstøðgøtu gjørdust tøk, sigur Leivur.

Persónliga tænastu
Og starvsfólk og viðskiftafólk hjá Fonn Flog kunnu neyvan hugsa sær betri høli. Ferðaskrivstovan fær illa ligið betri fyri og við næstan 100 ferðmetrum meir at ráða yvir, er eisini vorðið pláss fyri borðum og stólum, har viðskiftafólk kunnu sita og kaga í teir mongu ferðafaldarnar og droyma seg burtur í onnur lond.
Leivur leggur dent á, at tað altíð hevur verið drívmegin í fyritøkuni at geva hvørjum einstøkum viðskiftafólki eina so góða og persónliga tænastu, sum gjørligt.
- Tað kanst tú eisini framvegis gera í telefonini ella í brævi, sjálvt um hølini eru tronglig, men tað ávirkar trivnaðin hjá starvsfólkunum. Og tað ber sjálvsagt illa til at veita eina persónliga tænastu til tey, sum støkka inn á gólvið, um tey skulu standa kroyst upp móti hvørjum øðrum. Okkum hevur altíð dámað serliga væl, at fólk koma inn á gólvið til eitt prát, og tað verður framvegis eitt av okkara eyðkennum. So nú gleða vit okkum til at kunna bjóða uppaftur fleiri at støkka inn á gólvið, sigur Leivur, sum leggur afturat, at tað ikki minst er teimum fryntligu og dugnaligu starvsfólkunum fyri at takka, at talið á viðskiftafólkum er økt so nógv.