Fonn Flog
Fonn Flog, sum seinastu 12 árini hevur havt ferðaskrivstovu í Klaksvík, keypti fyrr í ár ferðaskrivstovuna, Novena Tours í Saltangará.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at seta hølini í Saltangará í stand, og leygardagin bjóðaði Fonn Flog so til almenna móttøku á nýggju deildini, sum annars læt upp, mánadagin, 7. mars.
Í sambandi við móttøkuna var høvið hjá teimum vitjandi at vinna eitt gávubræv frá Atlantic Airways og Fonn Flog, sum var upp á tveir ferðaseðlar millum Føroya og Keypmannahavn.
Fólk, sum stukku inn á gólvið hendan dagin, sluppu at gita, hvussu nógvir tennisbóltar vóru í einum posa. Eingin gitti rætta talið, men eini trý fólk gittu, at 225 bóltar vóru í posanum. Rætta talið var 228. Lutakast var millum tey, sum gittu nærmast, og úrslitið varð, at Jónleif Petersen vann ferðaseðlarnar.
Veksandi virksemi
Síðan Leivur Fonn fór undir ferðaskrivstovu í Klaksvík fyri 12 árum síðan, er talið av viðskiftafólki kring alt landið vaksið.
- Tá ið so møguleikin beyðst at keypa Novena Tours, sóu vit hetta sum eitt sera gott høvi at koma nærri viðskiftafólkunum í Eysturoy og á meginøkinum, sigur stjórin og eigarin, Leivur Fonn, sum saman við konuni, Áslu, dóttrini Steinvør og øðrum góðum starvsfólkum reka virksemið hjá felagnum.
Tað verður Erla Weihe Johannesen, sum burtur av kemur at arbeiða á ferðaskrivstovuni hjá Fonn Flog í Saltangará, men í byrjanini fær hon hjálp úr Klaksvík.