Føroya Rættur dømdi í gjár ein mann at sita í seks mánaðir fyri at hava hótt politistar. Hann er eisini dømdur fyri onnur lógarbrot í sama viðfangi.
Hann varð tikin fyri einum mánað síðani eftir at hann hevði gjørt um seg. Í hesum sambandi hevði hann tvær ferðir ringt á alarmsentralin, har hann hevði kallað tey líkt og ólíkt.
Men hann var eisini farin heim til ein politist, sum hevði frí, og har hevði hann rættiliga harðmæltur boðað politistinum frá, at hann hevði havt eyguni við honum í langa tíð, og at hann visti, hvar hann búði.
Um kvøldið varð hann handtikin og tá ið løgreglufólkini komu eftir honum, gjørdi hann teimum greitt, at komu teir inn, bleiv tað gjørt upp á “tann amerikanskan mátan”, samstundis sum at hann hevði hondina innanfyri jakkan.
Maðurin er ofta í hóslag við løgregluna, eisini í samband við álvarsligan harðskap og tískil føldu løgreglufólkini seg hótt. Hann varð eisini ákærdur fyri at hava dyrkað nakað av rúsevninum, skunk.
Alt hetta ásetti dómarin til eina fongsulsrevsing á seks mánaðir. Tað skal maðurin sita alt fyri eitt og hann slapp tískil ikki útaftur.
Maðurin umhugsar um hann skal skjóta dómin inn fyri landsrættin, men hann skal so undir øllum umstøðum sita til tað er avgjørt.
|










