Løgreglan í Iran hevur tikið Sayed Ali Akbar mousavi-Kho'ini, tí hann var við í einari friðarligari kravgongu í Teheran til frama fyri, at iranskar kvinnur skulu hava betri rættindi í samfelagnum.
Amnesty International hevur skrásett Sayed sum samvitskufanga, og felagsskapurin sigur, at vandi er fyri, at hann verður píndur í fongslinum. Sayed er fyrrverandi formaður í einum studentafelagsskapi og hevur eisini sitið í iranska tjóðartinginum, har hann var íðin talsmaður fyri mannarættindum og stríddist fyri at fáa politiskar fangar úr landsins fongslum.
Sambært loyniligum keldum er Sayed nú í einum fongsli, sum iranska fregnartænastan rekur, og keldurnar hava greitt frá, at hann er vorðin bukaður fleiri ferðir. Amnesty International hevur kravt, at hann verður latin leysur alt fyri eitt, samstundis sum felagsskapurin mælir iransku myndugleikunum til at kanna tíðindini um, at Sayed hevur fingið ringa viðferð í fongslinum.