Ein maður í norðursvenska býnum Hudiksvall hevur fingið hálvtannað árs fongsul fyri at hava tikið og burturflutt næstan 13.000 fuglar tey seinastu fimm árini.
Tað var í fjør, at løgreglan fekk eina ábending um, hvat maðurin fekst við, og tá løgreglan sendi fólk at vitja mannin, funnu tey meiri enn 400 livandi fuglar, amboð at fanga fugl við, klekimaskinur og ymsar upplýsingar, sum maðurin hevði skrivað um fuglarnar.
Teir flestu fuglaðir vóru friðaðir, og maðurin varð dømdur fyri at hava fangað teir við ólógligum amboðum. Í 70 førum var talan um sjáldsom fuglasløg, og tað gav manninum eitt sindur longri fongsulstíð, enn hann annars hevði fingið.










