Í fongsul fyri at smugla djór

Ein dómstólur í Suðurafrika hevur dømt ein mann eitt árs fongsul fyri at hava roynt at smugla sjáldsom djór av oynni Madagaskar til Suðurafrika. Maðurin, sum er 29 ára gamal, bleiv tikin á flogvøllinum í býnum Antananarivo í síðsta mánað við fleiri sjáldsomum djórum í viðførinum.

Djóralívið á Madagaskar er sera fjølbroytt, og har eru fleiri djórasløg, sum ikki finnast aðrastaðni, og tí er tað strangliga bannað at flyta djór haðani.

Løgreglan sigur, at hon fann meiri enn 100 smá djór í viðførinum hjá manninum. Teirra millum vóru ein kamelón og fleiri sjáldsamir froskar.