Í fongsul fyri at selja tvøst

Ein amerikanskur kokkur kann fáa eitt árs fongsulsrevsing, tí hann borðreiddi við hvalatvøsti á einari matstovu í USA. Tíðindastovan Reuters skrivar, at tveir gestir á matstovuni spurdu, um teir kundu keypa hvalatvøst. Tað vísti seg, at kokkurin hevði eitt sindur av tvøsti, so hann játtaði teimum báðum gestunum tvøst til døgurða.

Men tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí teir báðir gestirnir vóru embætismenn hjá tollvaldinum.

Tað er ólógligt at borðreiða við tvøsti í USA, og kokkurin kann fáa eitt árs fongsul og 100.000 dollarar í bót. Harafturat kann matstovan fáa 200.000 dollarar í bót, skrivar Reuters.