Ein ungur maður góðtók í Føroya Rætti fríggjadagin, at hann skal í fongsul í 40 dagar.
Tað skal hann eftir at Føroya Rættur dømdi hann at sita í 40 dagar, eftir at hann varð funnin sekur í serliga grovum harðskapi.
Tað var eftir eina váttliga nátt í býnum í Havn fyrr í ár, at ein illstøða ímillum tveir mans inni á einum vertshúsi í Havn fór heilt yvir gevind og endaði við grovum harðskapi.
Orðadráttur tók seg upp ímillum hesar báðar menninar og tað var ein orðadráttur, sum onkur vitni kallað skeldarí, men onkur onnur vitni meiri uppafataði sum eitt kjak teirra millum.
Men orðadrátturin helt fram og úti á gøtuni fór alt upp á kók.
Tað næsta tey, sum sóu tilburðin, uppfataði, var, at ein maður sat oman á einum øðrum, sum lá á búkinum á vegnum og bankaði høvdið á honum niður í vegin fleiri ferðir.
Teirra meting var, at maðurin, sum var bankaður í vegin, hevði mist vitið, tí hann gjørdi ikki ferilin av mótstøðu.
Hann bløddi rættiliga illa og varð førdur á Landssjúkrahúsið.
Tann ákærdi noktaði seg sekan, men hann segði, at hin hevði sligið fyrst.
Dómari legði kortini dent á frágreiðingina hjá vitnunum og próvførsluna hjá ákæranum og dømdi mannin at sita í 40 dagar.
Hann skal eisini betala manninum, hann gjørdi seg inn á, 10.000 krónur í endurgjaldi.
Hann er ikki revsaður áður.
Maðurin góðtók dómin, men ákærin fer at umhugsa um hann skal skjótast fyri landsrættin, tí kravið var, at maðurin skuldi sita í 60 dagar.