Í fongsul í 30 dagar fyri harðskap

Ein maður skal nú í fongsul í eina mánað fyri harðskap ímóti eini kvinnu og fyri at hava spýtt á ein politist og hótt hann eftir lívinum.

Maðurin varð ákærdur fyri at hava brotið seg inn á eina kvinnu, sum lá og svav og fyri at hava lagt á hana.

Hann slongdi hana runt í kamarinum, bukaði høvdið á henni ímóti einum radiatori og niður í náttborðið og sló hana fleiri ferðir í andlitið við flatari hond.

Hann varð eisini ákærdur fyri herverk við tað, at hann breyt rútin í einum bili.

Somuleiðis varð hann ákærdur fyri at hava spýtt í andlitið á einum politisti og fyri fleiri ferðir at hava hótt hann við, at hann skuldi drepa hann.

Kvinnan fekk ikki serliga stórt mein av harðskapinum, men knæið var hovnað og eymt og hon hevði reyð merki á kjálkanum og á hondini.

Rætturin dømdi mannin sekan í øllum ákærum og dømdi hann at sita í 60 dagar og at rinda eina bót á 2800 krónur.

Hinvegin heldur rætturin, at av tí, at skaðin varð avmarkaður og av tí at ákærdi ikki er revsaður áður, og hevur góð viðurskifti, sleppur hann undan at sita helvtina av revsingini, heldur hann seg á mottuni hesi næstu tvey árini.

Men maðurin fekk at vita, at hetta av avgjørt eitt undantak, men restina av revsingini, altso 30 dagar, sleppur hann ikki undan at sita.