Fyrrverandi stjórin í amerikanska orkufelagnum Enron, Jeffrey Skilling, fekk í gjár 24 ára fongsul. Tann 52 ára gamli Skilling bleiv fyrr í ár dømdur sekur í samansvørjing og sviki, eftir at Enron var farið á húsagang í 2001. Hann bleiv dømdur sekur í einum nevningatingi. Skuldin hjá Enron bleiv uppgjørd til 236 milliardir krónur, og hetta er størsti húsagangur í søguni, sum eisini kostaði fleiri túsund starvsfólkum arbeiðið. Nevndarformaðurin í Enron, Kenneth Lay, bleiv eisini dømdur sekur fyrr í ár, men hann doyði av hjartaslag í summar, áðrenn revsingin var ásett.