Fongslingin longd

39 ára gamli maðurin, sum leygardagin 13. juli hótti løgreglumenn við eini byrsu, skal fyri rættin fríggjadagin 16. august

39 ára gamli maðurin hevur í samráð við sakførara sín góðtikið, at varðhaldsfongslingin av honum verður longd til fríggjadagin 16. august.
Varðhaldsfongslingin var annars úti í gjár, fríggjadagin, men av tí at kanningararbeiðið hjá løgregluni framvegis ikki er liðugt, er neyðugt at hava mannin sitandi í arrestini í eina viku afturat. Hetta góðtók maðurin uttan at fara í rættin fyri at mótmæla varðhaldsfongslingini.

Skotið móti løgregluni
Tað var leygardagin 13. juli, at maðurin ringdi til vakthavandi á politistøðini. Hann hótti við at skjóta eftir fólki í grannalagnum og at taka lívið av sær sjálvum. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, tá hendingin fór fram.
Tá løgreglumenn komu á staðið, hótti maðurin við byrsuni, hann hevði í hondini. Hann skal sambært ákæruritinum hava latið skot av móti politinum.
Maðurin er ákærdur fyri tvey brot á grein 252 í revsilógini, tí hann hevur sett lívið hjá fólki í grannalagnum í vága við at hótta við byrsu.
Harumframt er hann ákærdur fyri at hava hótt løgreglumenn í tænastu og at hava latið skot av ímóti teimum.
Maðurin noktar seg sekan í ákærunum, tí hann sigur seg ikki minnast, hvat fór fram henda dagin.