Fongslaður í fýra vikur fyri rán í Havn

Ein maður er fongslaður og tveir eru leyslatnir aftur

Ein maður er nú fyribils fongslaður í fýra vikur eftir ránið uttanfyri BankNordik í Havn í gjárkvøldið.

 

Tað var út ímóti midnátt í gjárkvøldið, at ein ung kvinna var á veg úr SMS í BankNordik við kassapengunum úr matstovunum í sølumiðstøðini.

Men tá ið hon kom yvir ímóti bankanum, lupu tveir mans við masku fyri andlitið, á hana.

 

Les eisini: Tríggir mans handtiknir í ránsmálinum

 

Men hon vardi posarnar við pengunum í, so at teir bara fingu ein av postunum við nøkrum fáum túsund krónum í.

 

Síðani hevur løgreglan handtikið tríggjar mans og skuldsett teir fyri ránið.

 

Les eisini: Rán í Havn í gjárkvøldið

 

Teir tríggir hava verið í grundlógaravhoyring í kvøld og eftir ein rættarfund, sum vardi í tveir tímar, vóru tveir av monnunum leyslatnir aftur.

 

Les eisini: Ránið í Havn: Hava funnið eina masku og ein pengalumma

 

Men tann triði maðurin viðgekk, at hann var við til at gera ránið og hann varð fongslaður í fýra vikur.

 

Hesar fýra vikurnar skal løgreglan brúka at kanna málið nágreiniligari í friði og náðum, uttan vanda fyri at ránsmaðurin roynir at ávirka gongdina.

 

Dómarin setti forboð fyri at endurgeva úr rættinum og tí ber ikki til at greiða frá øðrum enn sjálvari niðurstøðuni hjá dómaranum.

 

Í sambandi við ránið kannar løgreglan viðurskiftini hjá minst einum manni afturat, men enn er so eingin handtikin afturat.