Fongslaður í fýra vikur fyri at sláa

Í gjár varð ein maður settur fastur í fýra vikur fyri at hava sligið ein vaktarmann í SMS

 

Í gjár varð ein maður fongslaður í fýra vikur fyribils, fyri harðskap.

 

Fyrradagin sló hann ein vaktarmann í SMS. Hann var komin í sølumiðstøðina, men hann var fullur og vaktarmaðurin vildi hava hann útaftur.

 

Men ístaðin fyri at akta vaktarmannin, gjørdi hann ikki mætari enn at sláa hann við knýttum neva í høvdið. Vaktarmaðurin varð eymur eftir slagið, men fekk annars ongan skaða.

 

Hinvegin varð tilburðurin meldaður til løgregluna, og maðurin varð handtikin.

 

Og av tí, at talan er um ein mann, løgreglan kennir rættiliga væl, varð gjørt av at seta hann í varðhaldið og at føra hann fyri rættin, har hann varð grundlógaravhoyrdur í gjár.

 

Og dómarin varð samdur við løgreluni í, at tað rætta var at seta eina striku í sandin fyri manninum, og tískil varð hann fongslaður í fýra vikur.

 

Hesar fýra vikurnar skulu so brúkast til at taka støðu til, hvat meiri skal henda í málinum.