Fongslaður í tvær vikur fyri hóttanir

Ein maður, sum annars var royndarleyslatin úr fongslinum, er nú aftur settur fastur

Seinnapartin í dag hevur Føroya Rættur dømt ein mann at sita í varðhaldsfongsli í tvær vikur, til tann 19. desember.

 

Maðurin er skuldsettur fyri at hava hótt fólk við lívinum, umframt fyri aðrar hóttanir.

 

Hóttanirnar vórðu settar fram í telefon. Men maðurin er í teirri støðu, at tað er stutt síðani at hann eisini varð dømdur fongsulsrevsing fyri líknandi brotsverk.

 

Hann hevur ikki sitið allan dómin, men var royndarleyslatin, nú hann aftur hevur sett álvarsligar hóttanir fram ímóti fólki.

 

Tað var seinnapartin í gjár at løgreglan tók hann, og av tí, at hann er royndarleyslatinm, men framvegis hevur ein dóm hangandi yvir høvdinum, varð gjørt av at seta hann aftur rættin í dag.

 

Og tað fekk ákæruvaldið viðhald í og løgreglan hevur nú til 19. desember at lýsa málið so at endaliga viðgerin kann vera í rættinum.