Fongslaður í tríggjar vikur

Í gjár varð ein maður fongslaður í tríggjar vikur fyri hóttanir og annað.

Hann varð tikin leygarnáttina fyri hóttanir av ymsum slagi og fyri at hava brotið eini løgregluboð um at halda seg burtur frá einum ávísum húsum.

Í hesum føri var talan um so álvarsligt mál, at løgreglan tók mannin á støðina og í gjár var hann fyri í Føroya rætti.

Har varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, ímeðan løgreglan kannar málið nærri.

Annars vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið.

Fyrrpartin í gjár bakkaði ein bilur á ein annan bil og tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin

var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Seinni varð ein bilførari tikin afturat, tá ið løgreglan steðgaði honum í vanligum eftirliti.

Annars hevur tað verið friðarligt í nátt.

Tað er mánaðarskifti og lønirnar eru akkurát útgoldnar.

Løgreglan sigur, at tað svitast ikki, at tað sæst aftur í náttarlívinum, tí tað er ofta rættiliga nógv fólk í býnum um mánaðarskiftið og hetta vikuskiftið var onki undantak.

Tað verður eisini oftað skipað fyri nógvum tiltøkum síðsta vikuskiftið í mánaðinum og um mánaðarskiftið og løgreglan staðfestir, at hetta vikuskiftið var eisini rættiliga nógv fólk í býnum kring alt landið.

Men tað er løgreglan fyrireikað upp á, so hon var nógv at síggja í gøtuni um vikuskiftið og mett verður, at tað hevur sína ávirkan tann góða vegin.

Tað, løgreglan hevði at gera, var mest at hjálpa fullum fólki, sum vóru ístand at klára seg sjálvi, til húsar.