Í kvøld er ein 19 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í 13 dagar fyri serliga grovan harðskap, eftir at hann stakk ein 21 ára gamlan mann við knívi í nátt í Sverrisgøtu í Havn.
Maðurin varð handtikin í nátt og varð tikin inn á politistøðina, har hann var til avhoyringar. Í kvøld varð hann so førdur fyri rættin, har løgreglan vildi hava hann varðhaldafongslaðan ímeðan málið verður kannað og lýst.
Rætturin gjørdi av at fongsla mannin í 13 dagar til fríggjadagin 14. juni.
Hesa tíðina skal løgreglan brúka at finna vitni til hendingina og annars til at lýsa málið og at fáa greiði á, akkurát, hvat tað var, sum hendi, áðrenn hann hann aftur verður førdur fyri tærrin við tí fyri eyga at fáa endaligan dóm.
Løgreglan sigur, at maðurin er skuldsettur fyri harðskap av serliga grovum og vandamiklum slagi.
Tað var beint um trý tíðina í nátt, at hann stakk ein 21 ára gamlan mann við knívi í Sverrisgøtu ímillum Kafé 22, sum er gamla Tórshøll og Valhøll á horninum Sverrisgøta-Tórsgøta.
Tað, løgreglan fyribils hevur fingið burtur úr, er, at maðurin, sum hevði eina miðalkenning, hevði verið inni í Kafé 22 og var farin út.
Tá ið hann ætlaði sær inn aftur, varð hann forðaður, so hann kleiv upp um eina girðing.
Tað endaði við, at hann dróg knív, ein Combatknív, tey kalla, sum er ein felliknívur, við sagiblaði og spískum oddi, og við hesum knívinum stakk hann tann 21 ára gamla, so at hann fekk eitt 15 sentimetra langt sár tvørtur um bringuna.
Samstundis fór knívurin, sum hevði eitt blað upp á níggju sentimetrar, inn ímillum tvey riv og rakti lunga.
Maðurin, sum varð stungin, var alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Hann varð innlagdur um náttina, men er nu útskrivaður aftur, sigur løgreglan.
Hetta slagi av knívi eru eru ólógligt í Danmark, men ikki í Føroyum.










