Svenska stjórnin er nú farin undir eitt diplomatiskt átak, sum skal fáa myndugleikarnar í Etiopia at lata teir báðar fongsulsdømdu tíðindamenninar Martin Schibby og Johan Persson sleppa til Svøríkis. Teir báðir hava fingið 11 ára fongsulsrevsing í Etiopia fyri yvirgangsvirksemi og fyri at vera komnir ólógliga til landið. Tíðindamenninir hava viðgingið, at teir fóru um markið uttan tey neyðugu loyvini, men teir avsanna, at teir hava havt nakað við yvirgang at gera.
Anders Jörle, sum er talsmaður hjá uttanríkisráðnum í Stockholm, sigur við Sydsvenska Dagbladet, at uttanríkisráðið hevur fingið samband við etiopisku stjórnina, og at samskiftið millum partarnar heldur fram.
Anders Jörle er ikki ovfarin av tí harða dóminum, sum teir báðir tíðindamenninir hava fingið í Etiopia.