Fongslað í fýra vikur

Tey bæði fólkini, ið mánadagin vórðu tikin við 5 kilo av hassji í bilinum, eru varðhaldsfongslað í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið

 

Rætturin avgjørdi í gjár, at tey bæði verða varðhaldsfongslað í fýra vikur. Talan er um eina 19 ára gamla kvinnu og ein 31 ára gamlan mann. Tey eru bæði danir og hava fastan bústað í Danmark. Tvær tær fyrstu vikurnar eru tey avbyrgd, so at tey ikki hava samband við hvønnannan ella nakran uttanfyri fongslið.

Hetta verður gjørt, tí løgreglan væntar, at onkur annar persónur er við í leikinum. Tey skulu tí ikki hava møguleika at ávirka tey bæði, ið eru fongslaði.

Komandi fýra vikurnar fer løgreglan so at kanna málið, og tá kemur málið væntandi fyri í rættinum. Revsingin kann vera upp til tvey ára fongsling. Hetta veldst eitt sindur um nøgdina, og um tey hava verið við í kriminaliteti fyrr. Tey bæði nokta seg sek í lógarbrotinum.

Hassjið varð funnið í eykahjólinum, ið hekk undir bilinum. Tollvaldið sigur, at tollararnir sóu á hundinum, at ikki alt ruggaði rætt. Tí varð bilurin tikin til viks og kannaður gjølla.

Fimm kilo av hassji er ein stór nøgd, og nógv tann størsta, ið er funnin í ár. Virðið á gøtuni er 625.000 krónur.