Follo tapti triðja dystin á rað

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo eru framvegis næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Tertnes.

 

Tertnes vann ein greiðan 33-24 sigur. Follo var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Tertnes bert á odda 15-14.

 

Talan var um triðja tapið á rað hjá Follo, ið liggur næstaftast í deildini við bert seks stigum fyri 15 dystir.

 

Annika bjargaði bert níggju prosent av málroyndunum, meðan kappingarneytin, June Cecilie Krogh stóð seg munandi betri í dystinum og bjargaði 30 prosent av málroyndunum. 

 

Komandi leygardag klokkan 15.30 spælir Follo á útivølli móti Molde.