Tað gongur ikki væl hjá liðnum hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Follo.
Mikukvøldið var Follo fyri fimta tapinum á rað í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Follo tapti á heimavølli greitt 21-33 fyri Storhamar sum er næstfremst í deildini. Í steðginum var Storhamar á odda 15-9.
Follo er næstaftast í deildini við bert seks stigum fyri 17 dystir.
Komandi sunnudag spælir Follo móti Romerike Ravens, ið liggur triðaftast í deildini við níggju stigum.
Við føroyskum landsliðsbrillum var tað harmiligt, at Annika ikki slapp at verja málið hjá Follo, nú tað bara eru 27 dagar til kvinnulandsliðið skal spæla tann fyrra av tveimum EM-undankappingardystum móti Luksemborg.