Fólkið vil hava CQWX og Z í stavraðið

Ein stórur meiriluti av Føroya fólki vil hava »fremmandu« stavirnar, C, Q, W, X og Z inn í føroyska stavraðið. Tað vísir kanning hjá Lóður, sum Sosialurin kunnger í dag

Ein stórur meiriluti av Føroya fólki vil hava »fremmandu« stavirnar, C, Q, W, X og Z inn í føroyska stavraðið. Tað vísir kanning hjá Lóður, sum Sosialurin kunnger í dag

 

Í dag skal løgtingið taka støðu til uppskot frá Henriki Old, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum, um hesir »fremmandu stavirnir« við lóg skulu tvingast inn í føroyska stavraðið. Kanningin hjá Lóðir vísir, at 64 prosent av føroyingum eru fyri, 26 prosent eru ímóti og 10 prosent svaraðu, at tey vita ikki. 535 fólk eru spurd í kanningini.

 

Løgtingið hevur fyrr givið til kennar, at tingfólk vilja hava hesar stavir, ið summi kalla »fremmandar starvir«, við í føroyska stavraðið. Men hóast tað, so vildi løgtingið ikki gera tað við lóg, men lat uppgávuna upp í hendi hjá Málráðnum. Tá Málráðið fór til verka, gjørdu tað av, at hesir stavir skulu ikki við í føroyska góðkenda stavraðið.

 

Men tann støðan sampakkar so ikki við tað, sum føroyingar halda, sambært hesi veljarakanning. Spurningurin er so, hvørja støðu løgtingið tekur í dag.