Gissur Patursson hevur fylgt við gongdini í føroyskum tónleiki, síðani 1970-árini, og hann fegnast um, at ein FMA - Faroese Music Awards - nú gerst veruleiki við góðum rammum í Norðurlandahúsinum.
Gissur fegnast eisini um, at Berlin-múrurin millum miðlarnir er fallin, og at tað ber til at standa saman um føroyskan tónleik.
Gissur leggur tó dent á, at tað er týdningarmikið, at fólkið er við, og at almenningurin eisini sleppur at eiga 40 prosent av atkvøðunum. Gissur sigur, at tað er eisini sera týdningarmikið, at eingin tónleikasjangra verður gloymd í tiltakinum.
Undir myndini, har Gissur sæst saman við Gudmundi Djurhuus, tónleikasamskipara, ber til at hoyra eina samrøða við hann um FMA.










