- Øll listin, vit hava, er ogn Føroya fólks. Tí vilja vit geva øllum møguleikan at síggja hana, sigur Nils Ohrt, leiðari á Listasavni Føroya.
Listasavn Føroya letur nevniliga dyrnar upp og bjóðar øllum ókeypis atgongd allar vetrarmánaðirnar, fram til 1. mars.
- Um rætt var, so burdi tað verið ókeypis atgongd alt árið, men hóast vit fáa almennan stuðul, so mugu vit hava ein ávísan lut av sjálvfinansiering, og tí mugu vit krevja atgongugjald ein part av árinum, sigur hann.
Nils Ohrt sigur, at umframt at hava opið, so fer Listasavnið eisini at skipa fyri ymiskum serframsýningum og tiltøkum í samband við hesar. Hann nevnir millum annað, at tað júst nú verður arbeitt við eini framsýning um djór í listini og eisini við at skipa fyri ymiskum tiltøkum í tilknýti til listasýningina.
- So tað verður ikki bara opið, men vit hava eisini tiltøk rættað móti teimum, sum búgva her, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at vetrarmánaðirnir eru ein friðaligari tíð á Listasavninum. Flestu sýningarnar eru frá februar til oktobur, men leiðarin vónar við hesum, at fleiri fara at taka av møguleikanum og vitja Listasavnið.
- Nú er so eingin umbering longur, fyri ikki at koma. Fyrsta sersýningin, í februar, verður so eisini ókeypis, og vónandi verða tey nógv, ið nýta høvi at vitja okkum, sigur hann.